Ítróttur

Ken, Martin, Heri, Eirikur og Christian farnir úr 07 Vestur

...

2019-07-14 21:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað eru farnar stórar og nógvar broytingar fram í 07 Vestur seinastu tíðina. Tann 5. juni hevði 07 Vestur eina grein á teirra heimasíðu um, at Jim Sonni Guttesen ið hevur verið formaður í 3 ár var farin frá.

Eftir tað fór Ken Fagerberg til TB. Nú meðan tað hevur verið summarsteðgur í fótbóltinum er nógv hent í felagnum. 

Martin Tausen, sum hevur leikt 12 dystir fyri 07 Vestur í ár, og 85 dystir tilsamans fyri felagið hevur eisini skift til TB. Tað hevur Eirikur Ellendsen eisini gjørt, Eirikur fekk 13 dystir fyri felagsliðið í Vágum.

Heri Kjærbo hevur skift til FC Suðuroy, Heri spældi 11 dystir fyri 07 Vestur.

Christian Mouritsen er eisini givin í Vágum.

Allir leikarnir sum nú hava sáttmála hava undirskrivað nýggjan nú í summar, og samstundis skiftir Asbjørn Heðinson aftur til 07 Vestur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder