Ítróttur

Ken Fagerberg spælir eisini við 07 Vestur komandi kappingarár

...

2017-10-21 15:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

??rslitini í dag í 1. deild endaðu við, at 07 Vestur verður verandi í EFFO-deildini komandi kappingarár, hóast liðið endaði nummar 9 í EFFO-deildini. 

Ken Fagerberg kom undan hesum kappingarárinum til 07 Vestur, og tann nú 28-ára gamli sviin, verður partur av hópinum hjá 07 Vestur í 2018, tað er nú staðfest tá ið 07 Vestur kláraði at halda sær uppi. Fór 07 Vestur niður í 1. deild, so hevði Ken ongan sáttmála við 07 Vestur.

Ken Fagerberg hevur verið nógv skaddur síðani hann kom til Føroyar, men tá ið hann hevur spælt, hevur hann víst at tað er dygdir í honum. Ken hevur spælt nærum 100 dystir í donsku superligaini.

Ken Fagerberg byrjarði annars sína yrkisleið í svenska Orgryte í 2007, har FC Midtjylland fekk eyga á óføru fótbóltsevnini og keyptu leikaran fyri ikki minni enn 15 mió krónur. Ken hevur skótt verið í Føroyum í eitt heilt ár, og hevur hann dámt væl í Vágum.

Sambært Faroesoccer.com, so hevur Ken leikt 1375 minuttir hetta kappingarárið, og hevur hann skora 5 mál.

Les eisini: Pål hevur helt spælt sín seinasta dyst fyri 07 Vestur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder