2018-11-26 16:28

Nýggjasta skipið í føroyska flotanum hevur navnið Kartin Jóhanna og er merkt VA 410, tað er P/f Kinnfelli í Miðvági, sum eigur skipið, sum er keypt fyri kr. 43,5 milliónir.
Vit tosaðu við reiðaran Tummas Henriksen fyrr í dag, hann segði, at skipið skal til Danmarkar, har okkurt smávegis skal gerast við skipið, síðan verður kós sett á Føroyar, væntandi kemur Katrin Jóhanna á Miðvág um eina góða viku, segði reiðarin.
Nýggja skipið hevur saman við Snarfrost menningarkvotur í fýra ár, kvoturnar eru 10.400 tons av svartkjafti, 2002 tons av makreli og 1593 tons av sild.
Vit ynskja Harrans signing fyri manning og skip.
Myndirnar eru frá Eigil Weihe Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald