Politikkur

Katalanski fólkaviljin sigraði á sponskum harðskapi

...

2017-10-03 08:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tey, sum skriva og siga frá samanbrestum millum katalonar og sponsku løgregluna, sigaikki alla søguna, tá tey greiða frá, at løgreglumenn skumpaðu fólk til viks á valinumsunnudagin. Tí í hvørjum einasta føri vóru tað paramiliterir politistar, ið lupu á veljarar ogfriðarfólk, sum slerdu manngarð um síni valstøð. Tey vildu sleppa á val at siga sínahugsan um, hvørja leið Katalonia skal halda, og tey vildu verja síni demokratisku rættindi. 

Tá svørtkløddu hernaðarpolitistarnir útgjørdir til at berja niður ófrið lupu á og trokaðu seginn á valstøðini, bardu teir fyrilitarleyst fólk av. Ongin varð spardur. Teir bukaðu gamlarkonur, bardu gamlar menn, drógu ungar gentur eftir hárinum og stigu á liggjandi fólk. Taðvar ein skakandi sjón. 

Katalonar savnaðust á valstøðunum, sum í mongum førum vóru skúlar, longu dagin fyrivaldagin. Skipaðu fyri tiltøkum av ymsum slag. Sungu, spældu og matgjørdu í longumbanum. Tey vildu tryggja sær, at teirra valstað var opið og atkomiligt. Tí tey vildu sleppa atatkvøða. 

Og hetta var teirra val. Her var ikki talan um eina populistiska øsing, men um einaovurstóra fólkarørslu, sum var siðilig, vitborin, friðarlig og demokratisk. Tað nam viðinnastu kenslurnar, tá tey so hjartaliga tóku ímóti og heilsaðu okkum, sum vóru komin atfylgja við valinum.

Stormtropparnir 

Tað fór hinvegin kalt niður eftir rygginum, tá alvápnaðu svartkløddu stormtropparnir hjáRajoy í Madrid - Guardia Civil - fyrilitarleyst lupu á hesi friðarfólkini, sum vápnaleys varduvalstøðini og atkvøðukassarnar. 

Sum ein rómversk hermaskina lupu teir á, sveiggjaðu gassarnar og slóu ung og gomul,kvinnur og menn. Hesir anonymu menninir handan hjálm spurdu ikki og talaðu ikki, menbardu seg bara inn á skúlar og barnagarðar og rændu atkvøðuseðlar og -kassar. 

Hóast spanska veðurlagið er heitt, er nú ísakalt millum Katalonia og sponsku stjórnina.Tað kólnaði rættiliga, tá grundlógarrætturin í 2011 annuleraði 14 greinir í lógini umkatalanskt sjálvstýri, sum stjórnin og Katalonia samtyktu í 2006. Tey mistu rættin at lýsaseg sum tjóð og at brúka katalanskt sum fremsta mál, og rætturin at krevja inn skatt ogumsita ávís málsøkir varð skerdur.

Ongin dialogur 

Katalonar hava í risastórum mótmælisgongum og á politiskum stigi mótmælt hesum ogkravt størri sjálvræði. Men viljin til dialog hevur verið vánaligur, og frælsið er støðugt skert.Tí eru fleiri annars púra ólíkir flokkar frá vinstru til høgru gingnir saman um kravið at fáaviðurkendan katalanskan sjálvsavgerðarrætt. Á valinum í gjár atkvøddu 90% fyri hesum, og um øll sluppu á val í morgin, var undirtøkan neyvan minni.

Katalonar vóru kortini kloyvdir um spurningin at loysa frá Spania og eru tað enn, menharðliga framferðin hjá sponsku stjórnini fær heilt vist fleiri at taka undir við at skipaKatalonia sum sjálvstøðugt land. 

Í dag mótmæla katalonar framferðini hja sponsku stjórnini, og týsdagin fara fakfeløgini iaðalverkfall av somu orsøk. Mikudagin kemur tingið saman, og flytur onki seg hesardagarnar, fer tingið helst at samtykkja eina lóg, sum staðfestir, at Katalonia skal gerastsjálvstøðugt land.

Vil hava ES uppí 

Forsetin Piedgemont hevur kortini í dag heitt á ES um at taka lut sum semingspartur í einiroynd at finna eina loysn, sum virðir báðar partar sum fólk og tjóð. Piedgemont hevuráhaldandi sagt, at Katalonia vil samstarva við Spania, men tað má byggja á virðing fyrikatalanskum sjálvsavgerðarrætti. 

Katalonar ynskja eins og skotar at vera partur av ES og vildu hava líknandi fólkaatkvøðu,sum skotar fingu í semju við bretsku stjórnina. Toppurin í ES er sera varin við sínumviðmerkingum. Luvíst vil ES ikki leggja seg út í innanhýsis sponsk viðurskifti, og hinveginóttast ES fyri, at fleiri líknandi átøk verða aðrastaðni í Evropa. 

Men ongin ivi er um, at katalonar fingu styrkt sína støðu á valinum í gjár, meðan spanskastjórnin misti nógv við sínu harðrendu framferð, sum ikki er sæddur í demokratiskumvestanlandi í hálva øld

Ongin onnur ætlan 

Spurdur, hvør plan B er, um gongd ikki kemur á samráðingar millum partarnar, svaraðiRaoul Romeva, uttanríkisráðharri, at ongin plan B finst. ???Vit staðfesta sjálvsavgerðarættin,og so taka vit tað har frá," segði hann. 

Hinvegin kann Rajoy velja at seta Katalonia undir umsiting og herseta landslutin. Takaevropeisku londini undir við tí, hava tey sett til viks bæði fólkaræðið og prinsippið umsjálvsavgerðarrætt, sum er staðfest í ST-sáttmálanum. Og so er paralellurin til gongdina íEvropa í tríatiárunum fullkomin. 

Sjálvandi skulu vit í Føroyum ikki blanda okkum uppí, hvørja leið katalonar vilja halda, menvit eiga at verja fólkaræðið og sjálvsavgerðarrættin, tí tað rakar sanniliga eisini okkum, umhesi grundleggjandi rættindi hjá fólki verða traðkað undir fót. Og tað verða tey í Evropa í2017. 

Magni Arge, fólkatingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder