Ítróttur

Karl og Ragnar skrivað sáttmála

...

2017-11-05 20:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo skrivar: Sandavágsbrøðurnir Karl og Ragnar Weihe hava júst undirskrivað sáttmála við 07 Vestur. Brøðurnir eru uppvaksnir í felagnum, og tað er okkum ein gleði at síggja ungar leikarar blanda seg uppí millum okkara bestu.


Karl Weihe er 17 ár, men verður 18 um fáar dagar. Hann hevur vant við EFFO-hópinum í ár, og annars verið rundan um 1. lið í nøkur ár. Í ár hevur hann spælt við unglingum og 2. deild.

Yngri beiggin bleiv 16 í summar, og hevur tískil júst fingið aldur til vaksnamannafótbólt. Í ár hevur hann leikt á U16-liði okkara, umframt, saman við eldra beiggjanum, Karl, á unglingaliðinum, sum vann gull í B-bólkinum.

Hjartaliga tillukku til Karl og Ragnar!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder