Atfinningarsamirspurningar, eru seinastu tíðina settir um løgfrøðisligar heimildir og politiskahandfaring, av ymiskum málum.
Landstýrismaðuriní Innlendismálum hevði hetta seinasta árið ábyrgdina av tveimum málum, sum rúmatíð myndaðu forsíður í bløðum og loftmiðlum. Tað fyrra var løgtingsmál nr. 145 umstytting av hoyringsfreist, í samband við bygging av frostgoymslu á Tvøroyri. Løgtingiðsamtykti endaliga uppskotið við 21 atkvøðum fyri, 11 ímóti og ein var blonk. Sumskilst er hetta málið kært og kemur fyri Eystara Landsrætt einafer í heyst.
Hitt seinra erEysturoyartunnilin.
Hóast tað ikkikundi ávísast, at landstýrismaðurin hevði gjørt nakað skeivt í hesum málið, soskapti viðgerðin slíka øsing og órógv í politisku skipanini, at løgmaður avhesi orsøk til seinast kendi seg noyddan, at loysa landstýrismannin úr starvi.
Nú hevur so Landstýrismálanevndintikið tunnilsmálið upp. Samstundis streingja partar av andstøðuni av øllum alviá, at fáa sett ein kanningarstjóra, til tess at kanna leiklutin hjálandstýrismanninum og løgmanni í hesum máli.
Vit mangla íokkara stýrisskipan ein myndugleika, sum hevur tað endaliga orðið, tá støðaskal takast til, hvussu okkara stýrisskipanarlóg og játtanarlóg skulu tulkast.
Ein avleiðingav hesum er, at nógvar ymiskar løgfrøðingar meiningar kunnu vera um eitt ávístmál. Men eingin av teimum kann brúkast til nakað sum helst.
Hetta ger atalmenningurin missir álitið á politisku skipanina, og eingin fær nakrantíð eittendaligt svar uppá, hvørt eitt mál er lógligt ella ólógligt.
Eisini gerhetta, at landsstýrið ikki torir at taka avgerðir í ávísum málum. Besta dømi ertunnilsmálið, har landsstýrismaðurin ikki fekk loyvi at undirskriva einaavtalu, tí andstøða, einkultir samgongulimir og fjølmiðlar settu spurnartekinvið heimildina hjá landsstýrismanninum at skriva undir.
Ein máti atloysa trupulleikan er, at seta á stovn ein Stýrisskipanardómstól, sum skal havaendaliga orðið, tá um tulking av stýrisskipanarlóg og játtanarlóggávu ræður.
ÍStýrisskipanardómstólinum eiga at sita tríggir løgfrøðingar, sum taka avgerðvið vanligum meiriluta.
Bert løgmaður,landsstýrismenn og ein meiriluti av løgtinginum, eiga at kunna biðjaStýrisskipanardómstólin um at taka avgerð í einum máli.
Eisini mál, harlandsstýrismaðurin ætlar at taka avgerð, eiga at kunna leggjast fyriStýrisskipanardómstólin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald