Ítróttur

Kári Horn nýggjur venjari hjá Neistakvinnum

...

2018-12-19 07:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú hondbóltskappingin er hálvrunnin og jólasteðgur stendur fyri durum, er broyting ívenjaratoyminum hjá Neistakvinnum. 

Birgir Hansen, venjari ynskir ikki at halda fram, og Neistin hevur gingið hansara ynski á møti.Tískil hevur Neistin valt at steðga samstarvið við venjaratoymið, og hevur sett Kára Horn sumnýggjan venjari, tað sum eftir er av hesum kappingarárinum og komandi kappingarár.Eirikur Magnussen heldur fram sum liðleiðari hjá Neistakvinnum.Saman hava felagið og nýggi venjarin lagt eina miðvísa framtíðarætlan fyri Neistakvinnur. 

Eins og í øðrum feløgum er javnan ættarliðsskifti á liðum, og soleiðis er eisini á kvinnuliði Neistansjúst nú. Yngri leikarar hava tikið við, og hava fingið uppgávuna at lyfta arvin eftir eldri og royndarileikarum.

Neistin er siðursvant felag, og tí er uppgávan hjá ungu Neistakvinnunum stór, men tíbetur erunógvar ungar raskar Neistakvinnur klárar at bjóða seg fram. 

Fyri at framtíðartryggja er málið framhaldandi at menna ungu leikararnar, og geva teimumneyðugar førleikar og royndir.Soleiðis verður arbeitt miðvíst at tryggja bestu umstøður og harvið góð úrslit frameftir. 

Neistin takkar Birgiri Hansen, Kára Nielsen og Peturi Martin Johansen fyri tíðina í Neistanum, ogynskir samstundis Kára Horn vælkomnan, og blíðan byr í arbeiðinum saman við Neistakvinnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder