Mentan

Kapping um navn á nýggjari KT-skipan

...

2020-11-20 15:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Lýst verður til almenna kapping, ið er at seta navn á nýggju KT-skipanina, sum Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og Nám hava tikið seg saman um at gera til tað føroyska undirvísingarverkið.

Til tess at ímynda tað samstarv, sum nýggja KT-skipanini í øllum liðum byggir á, er tað eitt krav, at í minsta lagi fýra fólk eru við í uppgávuni at finna eitt navn, júst tí at hon krevur samstarv.

Umframt, at navnið skal verða eyðsýnt og lættliga kennast aftur, skal tað eisini vera nýtiligt í teim ymsu undirvísingarumhvørvunum.

Heildarætlanini um nýggju KT skipanina, sum varð handað landstýrismanninum fríggjadagin 4. september 2020, sæst á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum og á Snar.

Freistin at senda navnauppskot inn til dómsnevndina er úti fríggjadagin 4. desember 2020.

Í Dómsnevndini eru umboð fyri Undirvísingarstýrið, Nám og Talgildu Føroyar. Dómsnevndini tilskilar sær rætt at velja frítt millum innkomin uppskot, eisini at laga til ella vraka uppskot.

Vinningurin í kappingini um navnið á nýggju KT-skipanini fyri Undirvísingarverkið er 20.000 krónur.

Uppskot verða send til: [email protected]

Vinnarin verður kunngjørdur á samkomu í Undirvísingarstýrinum í januar 2021. Hettar verður lýst nærri, og øll sum senda inn, fáa beinleiðis boð um úrslitið.

Ynskja tit at vita meira um hesa kapping, eru tit vælkomin at skriva til [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder