2014-06-02 19:39
Russiski trolarin Kapitan Nazin, sum í vár hevur fiskað svartkjaft í føroyskum øki, hevur havt rokfiskiskap - Sambært Fiskiveiðueftirlitinum hava teir gjørt 8 túrar í ár. Kapitan Nazin lastar uml. 3.300 tons - siga vit, at teir hava havt uml. 3.000 tons hvønn túrin, so liggur samlaða svartkjaftaveiðan á uml. 24.000 tonsum.
Kapitan Nazin kom á Runavík seinnapartin í gjár við 2.700 tonsum í lastini, sum verða umskipað umborð á farmaskipið Frio Murmansk.
Kapitan Nazin hevur eina framleiðsluorku uppá 400 tons um sólarringin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald