2013-07-12 03:10  
  
 Jupiter verður á Tvøroyri beint eftir midnátt við 1.000 tonsum av makreli og sild, beint nú eru teir staddir útfyri Húsavík.
Jupiter hevur eins og hini føroysku skipini roynt norður úr Føroyum - fyrr í vikunu vóru teir og leitaðu saman við hinum gøtuskipunum og Fagraberg, men teir endaðu aftur norðanfyri, har teir hava fingið 1.000 tons í tveir dagar.
 
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald