Vinna

Jupiter fer at sigla inn í kvøld

...

2014-05-24 03:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jupiter fer at sigla inn í kvøld, teir manglaðu eini 300 tons í fulla last fyrr í dag. Jupiter skal landa í Fuglafirði í morgin. Í løtuni landar Tummas T. í Fuglafirði. (24.mai kl. 12.30 - tað gongur ikki altíð sum prestur prædikar - Jupiter er enn á feltinum)

Mánadagin skal Jupiter til 20-ára klassing, arbeiðið verður gjørt hjá MEST antin í Havn ella á Skála, tað kemur at taka 4-5 vikur - verður mett.

Svartkjaftaskipini royna í kvøld á 61N og 8V. Nøkur skip hava verið á Bill Bayley Bank, men har er eingin nú, tey eru komin longur norður at royna.

Norðborg, sum hevur roynt á Bill Bayley, gjørdi eitt rend norður á Ryggin, men er nú áveg suðuryvir aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder