Ítróttur

Julian: Vit lótu 3 mál ov nógv inn

...

2018-02-17 21:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir steypafinaluna í dag millum Kyndil og H71, fingu vit orð á gullvenjarin Julian Johansen hjá Kyndli.

Tit fóru út beinavegin og søgdu at H71 var favorittar at vinna, var tað taktikst spæl?

- Tað er tað altíð tá ið man undirspælir eitt sindur, men tað var ikki fjas at vit góða teimum favoritt rolluna. H71 er eitt gott lið, og eg haldi sjálvur, at teir hava eitt sindur betri klassi leikara fyri leikara. Men samanspælið hjá okkum var gott í dag, og tað røkkur longri enn hvat ein og ein spælari klára.

Hvat er tað so tit gera rætt í dag, og kanska H71 ger skeift?

- Tað er tað, at vit gera sera fáar tekniskar feilir, og vit snakkaðu um tað áðrenn. Tað liðið ið gjørdi mest tekniskar feilir í dag fór at tapa dystin. H71 ger nógv fleiri tekniskar feilir enn hvat vit gera. Vit fáa avslutta álopini ordiliga, og tað ger at H71 bert fær eitt kontramál, og um man bert fær eitt kontramál í einum dysti verður trupult at vinna.

Tit kláraðu at halda H71 niðri á 17 málum, var tað tað tit fóru eftir?

- Nei taktikkurin var at halda teimum niðri á tí sama sum seinast, tá ið teir fingu 13 mál. So teir fingu 3 mál ov nógv í dag, tað er eitt sindur iterandi, segði Julian við jn.fo beint eftir dystin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder