Vinnuvitan.fo skrivar:Jónsvein Simonsen í Tórshavn er í dag settur sum nýggjur stjóri í P/f Effo Finans. P/f Effo finans er dóttirfelag hjá føroyska oljufelagnum P/f Effo, og er endamálið hjá P/f Effo Finans at taka sær av allari umsiting av skuldarum í samband við sølu av olju og oljuúrdráttum hjá P/f Effo.
Jónsvein Simonsen tekur við sum stjóri í P/f Effo Finans eftir Martin Jacobsen, sum hevur verið stjóri í felagnum síðan 2011.
Jónsvein Simonsen hevur arbeitt á fíggjardeildini hjá P/f Effo hesi seinastu árini. Frammanundan var Jónsvein Simonsen stjóri á Dimmalætting í tvey ár frá 2008 til 2010.
Jónsvein hevur arbeitt nógv sum leiðari við umsiting og KT og hevur arbeitt bæðir hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, Føroya Banka og eitt skifti var hann í starvi í fleiri ár hjá stórum donskum KT veitara.
Nú fær hann so høvuðsábyrgdina av P/f Effo Finans. Samlaða útistandandi hjá P/f Effo Finans liggur áhaldandi um 70-80 mió.kr., sum kemur leypandi við sølu av olju og oljuúrdráttum hjá P/f Effo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald