Ítróttur

Jonas Dal Andersen nýggjur høvuðsvenjari hjá HB

...

2021-01-10 10:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HB skrivar:Danin Jonas Dal Andersen verður nýggjur høvuðsvenjari hjá okkara Betri monnum.

Jonas er 44-ára gamal, hevur DBU Pro-venjaraútbúgving, og er ein royndur maður í donskum fótbólti. Hann var í nógv ár knýttur at venjaratoyminum hjá FC Midtjylland, har hann m.a. var við til seta fótbóltsakademii hjá FCM á stovn. Í 2013 royndi hann seg sum høvuðsvenjara hjá Hobro IK, sum hann fekk upp í Superliguna. Síðani hevur hann verið høvuðsvenjari hjá Esbjerg (Superliga), Kjellerup (2. div.), FC Fredericia (1. div.) og AC Horsens (Superliga).

Sáttmálin er galdandi til árslok 2022.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder