Ítróttur

Jón Jacobsen føroyameistari í TRAP leirdúgvuskjóting 2020

....

2020-08-16 22:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla, gjørdist um vikuskifti føroyameistari í TRAP leirdúgvuskjóting. 

Í finaluni megnaði Jón at skjóta 43 dúgvur, sum vóru 7 dúgvur fleiri enn nærmasti kappingarneytin, sum varð Alex Johannesen úr Eysturskot. 

Nummar 3 bleiv Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla. 

??rslit 

1. Jón Jacobsen 

2. Alex Johannesen 

3. Finn Ludvig 

4. Bárður Poulsen 

5. Kári Joensen 

6. Esmar Joensen 

7. Sigurd Rasmussen 

8. Johnhard Klettheyggj 

9. Esmar Andreasen 

10. Ásbjørn Mathiasson 

Komandi vikuskifti 22. august verður FM í SKEET. Byrja verður at skjóta innleiðandi umførini leygardagin kl. 9:00, og sunnudagin kl. 13:00 verða seinastu umførini og finala skotin. 

Fyrra dagin verður kappast á skjótibreytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna, og seinna dagin verður kappast á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder