Vegna korona verður einki tiltak á Vaglinum í ár í sambandi við, at jólatræið verður tendrað, tó verður nógv annað á skránni, tá træið er tendrað
Ein av góðu jólasiðunum í Havn er, tá jólatræið á Tinghúsvøllinum verður tendrað. Ein rúgva av fólki plagar at koma saman, tá jólamenninir við góðari hjálp frá Tórshavnar sløkkiliði og teimum mongu børnunum, sum hyggja at, tendra stóra jólatræið.
Men árið í ár er ikki sum onnur ár, og heldur ikki jólatræið sleppur undan ávirkanini frá korona, tí tað verður einki tiltak á Vaglinum í ár, sum tað annars plagar at vera.
Kortini sleppur korona ikki at oyðileggja jólahýrin í miðbýnum. Leygardagin 28. november verða bæði jólamenn, sum alla náttina hava stríðst við at tendra træið, og tónleikur at hoyra í býnum, sum aftur í ár er pyntaður við vøkrum granni og jólaperum.
Handilsvinnan spennir seg eisini út, og handlarnir í býnum og í SMS hava leingi opið hendan leygardagin. Og sum nakað nýtt verður eisini forvitnisligur jólamarknaður við jólasmáttum og nógvum virksemi á økinum uttanfyri ráðhúsið.
Nærri kunning um skránna yvir tiltøk í desember kemur seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald