Í nátt tendraðu vættrarnar jólabýin í SMS. Jólabýurin hevur glett bæði børn og vaksin seinastu mongu árini, og hjá nógvum familjum er tað vorðin ein siðvenja at vitja hugnaliga jólabýin.
Jólabýurin skiftir ham á hvørjum ári, og tað hevur hann sjálvandi eisini gjørt í ár. Tí er tað spennandi at síggja, hvat vættrarnar finna upp á hesa ferð.
Tá kundarnir vitja í SMS, síggja teir ikki bert jólabýin, men eisini tann nýggja jólaposan. Fyrr í ár kundu børnini í Føroyum vera við í kappingini um at tekna ársins jólaposa. Nógvar góðar tekningar komu inn, og vinnarin bleiv 10 ára gamla Maria Bjarnadóttir úr Hoyvík. Dómsnevndin helt, at tekningin hjá Mariu var stuttlig, sigandi og ikki at gloyma flott. Um tekningina sigur Maria soleiðis: Allar herligheitirnar í sambandi við jólini, ið tó møguliga verða eitt sindur øðrvísi í ár, koronuárið.
Jólahugnin verður so ikki øðrvísi í ár, tí í SMS kemur mann sanniliga í jólahýr.
Mentan
Jólabýurin í SMS tendraður og jólaposin avdúkaður
...
2020-11-16 17:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald