Ítróttur

John skiftir til HB

...

2017-11-27 19:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

21 ára gamli John Frederiksen sum skifti til 07 Vestur í summar, skiftir nú til HB. HB og John hava gjørt ein eitt ára sáttmála.

John sigur við jn.fo, at hann hevur valt at flyta til HB fyri at fáa størri avbjóðingar, og menna seg so nógv sum møguligt, tí hann ætlar sær víðari uttanlands at spæla aftur seinni.

- Nú komi eg til eitt topp felag, og skal verða partur av at fáa HB heild í oddin aftur, og tað gleði eg meg til sigur John. Nýggi venjarin hjá HB virkar sum ein góður maður við nógvum royndum. Eg fari at gera mítt til at fáa so nógva spælitíð sum møguligt.

- Eg havi verið glaður fyri tíðina í 07 Vestur, men skifti til HB føli eg sum er tað rættað fyri meg tá ið eg hugsi fram í tíðina.

John Frederiksen er ættaður úr Miðvági har bæði pápin og mamman er frá, men hann er uppvaksin á Bornholm í Danmark. John hevur verið partur av U-17 og U-19 landsliðnum hjá Føroyum, og hevur hann eisini verið til venjing hjá U-21 landsliðnum.

John spældi við Fredensborg áðrenn hann kom til 07 Vestur, hann hevur eisini spælt við FCK. John er 202 cm langur, og spælur sum 10'ari og áleypari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder