Ítróttur

John og Daniel boðsendir

...

2021-10-01 06:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Andreas Lava Olsen hevur givið avboð til landsdystirnar móti Eysturríki og Skotlandi. Í staðin hevur venjarin sent boð eftir John Frederiksen. Harafturat er Daniel Johansen eisini úttikin til komandi dystir.

Fyrr í vikuna varð A-landsliðhópurin hjá monnum til HM-undankappingardystirnar móti Eysturríki og Skotlandi, sum verða ávíkavist leygardagin 9. og týsdagin 12. oktober, kunngjørdur

Millum teir 22, ið vóru úttiknir, var Andreas Lava Olsen. Men nú er greitt, at framherjin úr Víkingi kortini ikki verður við hesaferð. Í staðin hevur venjarin, Håkan Ericson sent boð eftir John Frederiksen, ið spælir fyri SKU Amstetten í næstbestu deildini í Eysturríki.

Somuleiðis hevur landsliðsvenjari sent boð eftir Daniel Johansen úr HB til komandi dystir hjá A-landsliðnum.

Enn ber til at ogna sær atgongumerki til landsdystirnar móti eysturríkarum og skotum. Sølan seinastu dagarnar hevur gingið væl, og í løtuni eru beint omanfyri 3.000 atgongumerki seld. Sølan fer fram í Nethandilinum á FSF.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder