2014-04-16 18:33
Nevndin í nýggja uppisjóarvirkinum Pelagos í Fuglafirði, hevur sett klaksvíksingin Jóhan Páll Joesen til stjóra á nýggja uppisjóarvirkinum.
Jóhan Páll er kendur vinnulívsmaður, hann var stjóri á Kósini, eisini hevur hann ført skip í fleiri ár - m.a. var hann skipari á Vesturvón, somuleiðis var hann nevndarformaður í Føroya Banka í fleiri ár. Tað seinastu tíðina hevur Jóhan Páll ført skip í frálandavinnuni. Jóhan Páll er føddur í 1955.
Nevndin hevur eisini sett fíggjarleiðara, hann er Páll Larsen úr Fuglafirði, sum tað seinastu tíðina hevur arbeitt hjá Marin Harvest.
Eisini er tekniskur leiðari settur, hann er Agnar Akraberg Poulsen úr Havn.
Ein av fyrstu døgunum verða søluleiðari og virkisleiðari settir í starv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald