2020-07-20 20:04

Frystilíniskipið Jógvan I. hevur landað umleið 200 tons í Kollafirði í dag, sum teir hava fiskað við Íslland, meginparturin av veiðuni er toskur.
Nú verður riggað til at fara nýggjan túr, ætlanin er at sigla aftur í kvøld t.v.s. at skipið hevur verið minni enn eitt døgn í Havn.
Jógvan I. skal hendan túrin royna í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald