2021-02-14 15:30
Seinnapartin í dag spæla KÍF og Neistin seinnu hálvfinaluni í Faxe-kondi steypakappingini hjá monnum. KÍF verður tó uttan danska málverjan, Joakim Jürs, sum ikki longur er partur av hópinum hjá KÍF.
Joakim Jürs kom til Føroyar at spæla hondbólt við StÍF á heysti 2017, og spældi hann har í eitt kappingarár. Árið eftir skifti hann til KÍF og hevur hann verið har síðani.
Joakim hevur nú skift ítróttagrein, og verður hann eykamálverji hjá B68, sum skulu spæla í Betri-deildini hjá monnum í fótbólti í ár.
Neistin vann fyrru hálvfinaluna 25-24.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald