Neistin endaði á einum 2. plássi í grundspælinum seinasta kappingarár í FTZ-deildini, og spældu seg tí í FM-finalurnar. Har mátti felagið síggja H71 vinna FM-heiti.
Vit hava sett Jeppe Borch venjarinum hjá Neistanum nakrar spurningar nú vit nærkast kappingarbyrjan.
Hvat
væntar tú tær av komandi kappingarárið?
Eg vænti eina spennandi og avbjóðandi kapping. Eg vænti at
tað vera nógvir tættir og læruríkir dystir, sum eg sjálvandi sum tey flestu
eisini síggi fram til.
Verður eisini spennandi at síggja hvussu nýggji
kappingarleisturin kemur at eydnast, og um hann kemur at fáa tí positivu
effektina á okkara kapping.
Hvar á
stigatalvuni enda tit? Hvussu væntar tú toppurin fer at síggja út?
Eg hopi sjálvandi at vit við eitt sindur av heldi og við
nógvari venjing kunnu blanda okkum í tann stuttliga endan av stigatalvuni. Men
eg vænti at síggja tey bæði liðini ið fóru avstað við hvør sínum steypi
seinasta kappingarár heilt frammi í toppinum.
Bæði H71 og Kyndil hava sterkar og breiðar hópar og eiga at
roknast sum favorittar.
Men vit síggja hvørt ár at øll lið kunnu vinna á øllum.
Sum sagt eg vænti eina tætta kapping har Kyndil og H71 eru
favorittar.
Hvussu
stóran hóp hava tit?
Okkara FTZ-hópur telur í løtuni 16 spælarar, og tá ið tað er
brúk fyri tí brúka vit okkara talentir í U18.
Hvat fyri
spælarar hava tit fingið, og hvørjar hava tit mist?
Carl Herup, Hjalti í Jákupsstóvu og Kristjan Dulavik eru báðir givnir, og Teis Horn og Teitur Magnusson eru langtíðarskaddir, men vænta at fáa teir við sum kappingin líður, Herbjørn Lava er byrjaður aftur og styrkir hann liðið saman við U18 spælarum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald