Ítróttur

Jeppe heldur fram í Neistanum

...

2018-02-27 18:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Neistin.fo skrivar: Neistin og Jeppe Borch hava longt teirra samstarvsavtalu eitt ár.
40 ára gamli danin, Jeppe Borch, skal verða høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá Neistanum aftur komandi ár.
Jeppe við venjaratoymi og neistamenn hava fingið væl burturúr hetta kappingarárið. Venjingar umhvørvið er mennandi og gevandi bæði hondbóltsliga og persónliga. Allir partar arbeiða hart og
má sigast, at hetta sæst aftur á stigatalvuni.
Umframt at verða venjari hjá Neistanum, er Jeppe partur av landsliðsarbeiðnum hjá HSF.
Vit í Neistanum eru sera fegin um, at Jeppe heldur fram og gleða vit okkum at fylgja við, hvussu
leikur ferð og ynskja vit Jeppa framhaldandi góða eydnu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder