2020-10-27 22:11
Jens-Kjeld Jensen hevur vunnið umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins!
Í 40 ár hevur hann áhaldandi borið sína vitan fram um føroyskt lívmargfeldi og skrásett nýggj og innræsin djór og plantur í Føroyum. Í kvøld tók hann ímóti Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, tá vit heiðraðu tey tilnevndu í Norðurlandahúsinum. Til lukku Jens-Kjeld! Somuleiðis ynskja vit Janusi Rasmussen, Oddfríða Marna Rasmussen og Rakel Helmsdal hjartaliga til lukku við tilnevningunum til norðurlendsku virðislønirnar í ár.
Til tíðindafundin í Norðurlandahúsinum í morgin 28. oktober kl. 13.00, verður møguleiki hjá øllum at heilsa uppá vinnaran.
Tilmelding á nlh.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald