2018-11-25 19:39
Tað endaði 21-21, tá A-landsliðið við kvinnum spældi sín seinna venjingardyst móti Íslandi.
Føroyar vunnu trygt við átta málum á íslendska A-landsliðnum í gjár 25-17, men í dag gekk meira javnt á.
Føroyska verjuspælið var gott og málverjin, Viviann Petersen, stóð sera væl, men tað haltaði við neyvleika í álopinum.
Kvinnulandsliðið hevur verið á venjingarlegu í Íslandi sum liður í fyrireikingunum til HM-undankappingina, sum er í Zürich í Sveis næsta vikuskiftið. Føroyar eru í bólki við Litava, Finnlandi og Sveis.
Føroyski landsliðshópurin fer aftur til Føroya í morgin, men steðgurin verður stuttur á klettunum. Hósdagin gongur leiðin til Sveis.
Kelda: HSF.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald