2016-06-29 06:12
Jaspis og Ametyst komu á Havnina seint í gjárkvøldið, teir brutu túrin av, tí eitt rør umborð á Jaspis fór at leka.
Teir landa til Barðið í morgun, teir hava tilsamans 190.000 pund, meginparturin er upsi, teir hava verið úti í eina viku.
Jaspis og Ametyst hava hendan túrin roynt á Munkagrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald