2014-06-06 20:14
Býráðið samtykti at bjóða arbeiðið út í innbodnari útbjóðing. Tríggjar fyritøkur vórðu bodnar at lata inn tilboð. Allar góvu tilboð uppá arbeiðið. Tilboðini eru hesi:
Articon: kr. 74.483.480
J & K. Petersen: kr. 59.802.746
TG-Verk: kr. 83.457.355
Metingin frá ráðgevunum: kr. 61.864.363
Upphæddirnar eru uttan mvg.
Umsitingin fer nú saman við ráðgevanum, LBF, gjøgnum tilboðini. Málið verður fyrst fyrireikað og lagt fyri bygginevndina. Síðani fer málið víðari til politiska viðgerð.
Arbeiðið at gera brúnna byrjar eftir ætlan seinni í summar, og verður liðugt á ólavsøku komandi ár. Brúgvin verður snøgg, einføld og skal verða eitt prýði fyri økið. Hon tekur ikki óneyðuga nógv pláss í landslagnum, tí landslagið og áin eru vøkur frá náttúrunnar hond.
Áin verður ikki rørd, og tað verður gjørligt at ganga fram við áarbakkanum, tá brúgvin er liðug.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald