Ítróttur

Ítróttur er týdningarmikil fyri fólkaheilsuna

...

2020-05-07 18:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ítrótturin hevur sera stóran týdning fyri heilsuna hjá fólki, og ítróttur er ein savnandi megi í samfelagnum. Ítróttur er eisini miðvís venjing og kapping, og tað er týdningarmikið ikki at forða hesum meir enn hægst neyðugt.

Tað svarar løgmaður Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu hjá Tjóðveldi, sum í einum § 52a fyrispurningi hevur spurt um ítróttarkappingar.

???Sersambondini kunnu gera av, um tey annaðhvørt vilja byrja aftur ella ikki. Velja tey at byrja aftur, má tað vera í tøttum samstarvi við Coronaráðgevingina fyri at tryggja ein so góðan framferðarhátt, sum til ber í mun til smittuvandan, svarar løgmaður millum annað???

Svar løgmans kann lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder