Ítróttur

Ítróttarfrítíðarskúli á Løgmannabreyt

...

2020-11-05 21:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Góðu foreldur og børn,

Í sambandi við at vit fríggjadagin 6. november gerast fyrsti góðkendi ítróttarfrítíðarskúli í Føroyum, fara vit at hava eina lítla móttøku fyri børnum og vaksnum í høllini í Skúlanum við Løgmannabreyt kl. 15.30.

Í hesum sambandi ynskja vit at bjóða tykkum at royna nøkur tiltøk innan pedagogiskan ítrótt, soleiðis at tit eisini fáa høvi at síggja hvat hetta snýr seg um.

Vit fara at bjóða kaffi, vatn og frukt.

Røður verða hildnar, og eisini verða heiðursprógv handað.

Vit gleða okkum at síggja tykkum fríggjadagin????

Heilsan vit í Ítróttarfrítíðarskúlanum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder