Ítróttur

Ítróttadómstólurin hevur tikið avgerð um Huldumálið

...

2020-12-13 14:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Ítróttadómstólurin hjá ÍSF hevur 12. desember gjørt úrskurð í kæruni frá hondbólstfeløgunum Neistanum og VÍF um úrskurðin hjá Dómsnevndini hjá HSF viðvíkjandi avgerðini um sonevnda Huldumálið. Ítróttadómstólurin staðfestur avgerðina hjá Dómsnevndini.
Ítróttadómstólurin hjá ÍSF hevur staðfest avgerðina hjá Dómsnevndini hjá HSF í málinum um sonevnda Huldumálið, har Neistin í dysti í Burn deildini tann 11. oktober av órøttum fekk eitt mál á máltalvuna við tí fylgju, at dysturin endaði við javnleiki.
Ítróttadómstólurin staðfestir at nýggjur dystur skal leikast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder