Ítróttur

Ísraelar vóru meiri avgjørdir

...

2021-09-02 06:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Tað endaði við einum greiðum 4-0 sigri til Ísrael á Tórsvølli mikukvøldið. Nú ræður um at reisa seg til dystin móti Danmark, sum verður leygardagin.

Sjálvt um Ísrael kom á odda longu í tólvta minutti, so sá kortini gott út hjá føroyska liðnum fyrstu løtuna av dystinum, og okkara vóru eisini spælstýrandi. Men sum fráleið tóku ísraelar meir og meir yvir, og fult uppiborið vunnu gestirnir á Tórsvølli við fýra málum.

Tað vóru tískil nakrir vónbrotnir føroyingar, ið miðlarnir hittu eftir dystin, tí tað er einki at ivast í, at okkara menn ætlaðu sær meira, og tað er teimum flestu greitt, at teir kunnu eisini meira.

Men hetta var ikki dagurin, og nú ræður um at hugsavna seg og koma víðari, tí longu leygardagin skal føroyska liðið á vøllin aftur, tá Danmark kemur á vitjan.

Danir gjørdu annars sína skyldu á heimavølli móti Skotlandi. Danmark vann 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan, og í Moldova gjørdist úrslitið 2-0 til Eysturríki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder