Vinna

Ískoytið til fiskivinnu kjakið

....

2014-11-10 18:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú tímaglasið er við at renna út, so vil eg loyva mær at koma við enn einum ískoytið til okkara framtíðar fiskivinnu. Tað er sagt, at alt sum svimur runt í okkara sjóøki er ogn Føroya fólks. Tað vil við øðrum orðum siga, at allir føroyingar eiga sín deil av okkara høvðusvinnu.

Í dag eru tað nakrir fáir aktørar sum gera sær dalt av møguleikanum, við at fiska av ogn føroyinga, men hvat fyri leigu ella avgjald fær tann vanligi føroyingurin/landi burturúr hesum í dag, næstan einki. Tó skal sigast, at avgjøld eru løgd á ávís fiskasløg tey seinastu 3 árini, men hetta hevur bert verði fyri, at fingið eina smalað politiska semju, so samgangan kundi halda áframm, tó eingin skipa framtíðar loysn.

Hvat er so rætt at gera, so at øll gjalda eitt slag av leigu fyri loyvið, fyri at fiska av ogn Føroya fólks. Onkur vildi sagt, at teir sum keypa hesi vinnutól brúka nógva orku og pening, fyri at tað skal kunna bera til og satsa nógv. Hinvegin kann ein eisini siga, at teir/tey ger tað ikki fyri stuttleikar, tað verður gjørt fyri at tjena pengar, ikki so. Kundi loysnin verði, at tað bleiv álag eitt krónutal pr/kg fyri hvørt fiskaslag sær, so at óansæð hvat loyvið ein hevði at fiska, so liggur eitt ávíst gjald eftir til landið. Hvat so støddin á gjaldinum skal verða, má so roknast út eftir viðrið av fiskaslagnum og mongdini sum kann fiskast (kvotur ella dagar). Eftir eini tílíkari skipan, so vildi landið/fólkið fingið meiri burturúr, tá meiri bleiv veitt (góð fiskiár). Hinvegin so hevði aktørurin og manning fingið meiri burturúr, jú betur prísurin var. Ein annar máti kundi verðið ein prosent satsur av prísinum, men ein tílík skipan vildi verði meiri fløkt at umsitið, hugsi eg.

Niðanfyri eru tøl sum eru tikin frá Hagstovu Føroya og vísa hesi veidda mongd av hvørjum fiskaslagið sær, somuleiðis eitt møguligt avgjald til landið. Avgjald pr/kg ráfisk er sett eftir egnum høvdi, hetta fyri at vísa hvussu hetta kundi verði gjørt. Sjálvandi eru tað onnur fiskasløg sum mangla inni í myndini, men tær nøgdinar er so smáar, at tað broytur ikki heildarmyndina stórvegis.

Fiskaslag Mongd veidd í 2012 Mongd veidd í 2013 Avgjald pr/kg ráfisk til landi Landskassagjald 2012 í kr Landskassagjald 2013 í kr
Makrelur 107100 144626 0,35 37485000 50619100
Sild 51352 115552 0,30 15405600 34665600
Svartkjaftur 43003 82938 0,10 4300300 8293800
Lodna 29691 29361 0,10 2969100 2936100
Toskur 29668 32446 0,50 14834000 16223000
Upsi 39316 29704 0,30 11794800 8911200
Longa 6845 5208 0,40 2738000 2083200
Brosma 5182 2632 0,25 1295500 658000
Hýsa 5149 5578 0,40 2059600 2231200
Svartkalvi 3626 3679 1,00 3626000 3679000
Havtaska 1304 608 1,00 1304000 608000
Gullaksur 12601 14306 0,25 3150250 3576500
Rækjur 5242 4252 0,25 1310500 1063000
Tilsamans 340079 470890 102272650 135547700

Myndin omanfyri vísir ikki avgjøld á fiskasløgum landaðið uttanlands. Hetta tí, at tað skuldi verði ásetast í øll veiðuloyvir, at tað er landingarskilda um føroyska keikant. Verður landa uttanlands so skal skipið sektast. Kundi hetta blivi til veruleika, so vil tað eisini smitta av á landi. Virkir vistu so, at fiskurin kom uppá land her heima og hevði tað møguleikan at bjóða uppá og virka hann. Alt annað líka, vildi verði at givið virðini hjá Føroya landi/fólkið vekk til onnur at edla.

Veiðuloyvir skuldu bert verði givin til eitt ávís áratal, t.d 7,10 ella 15 ár og ikki í lívstíð. Eitt veiðuloyvi má ikki blíva til eina sovi pútu hjá viðkommandi innihavara, ei heldur til spekulasjón.

Tað hevur verði frammi, at ein eventuell uppboðsøla vildi verði ein góð loysn, men hetta fer at forkoma fiskivinnuni, sum hon er í dag, hugsi eg. Tað eru alt ov fáir aktørar inni í skipanini við pengum og tí liggur væl fyri hjá teimum við nógvum pengum, at gerast enn størri. Um ein uppboðsøla kom, so kunnu vit hyggja í bakspegli og síggja hvussu gekk við makrelinum og hvar kvoturnar fóru, eitt nú Lafayette. Slík uppboðsøla er ikki gagnlig í longdini, eftir míni meting. Um allur fiskur kemur um føroyska keikant, so eru møguleikanir fyri virðisøking munandi størri, hetta vil skapa ringvirkningar sum kemur landinum og fólkinum at frama.

Jan Haldansen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder