2021-10-18 14:44
Andrass Joensen skrivar á Facebook:
Ironman Mallorca 2021 bleiv gjøgnumført í vikuskiftinum. 3,8 km svimjing 180 km súkkling og so 42,2 km renning. Eg bleiv nummer 10 í mínum aldursbólki.
Alcudia á Mallorca er eitt frálíkt stað at svimja og súkkla, vakurt og stórbar natúra við fjøllum og brekkum og grønum landslagi.
Tað gekk virkuliga væl í svimjingin og súkklingini har eg var skjótast.
Eg má tó ásanna, at eg mátti gjalda aftur í renningin har beinini vóru tung og hitin ov nógvur.
Eg strýddi meg á mál við mínum ringasta og harðasta marathon nakrantíð.
Eg var ekstremt glaður at koma um málstrikuna, sjálvt um eg hevði vónir um eina betri tíð og kanska eitt pláss til VM á Hawaii. Men eg royni aftur í 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald