Vinna

IRF-bilurin út av vegnum

...

2014-08-11 14:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðliga í morgun fór IRF-bilurin út av vegnum í Sørpum í Sandavági. Teir vóru júst byrjaðir at samla "Gráu posarnar" tá ið óhappið hendi.

Boð vórðu send eftir einum kranabili, sum hjálpti til, at fáa IRF-bilin uppaftur, og longu kl. 9 var bilurin fingin upp  - soleiðis at tá kundi innsamlingin av ruskposunum halda fram.

Eingin skaði hendi av óhappinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder