Innflutningurin av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er 10% hægri fyrra hálvár í ár, samanborið við fyrra hálvár í fjør. Hetta er fyrsti veruligi vøkstur síðan stóru minkingina, sum byrjaði í 2008.
Tað eru tær ódrúgvu nýtsluvørurnar, so sum matur, drekka, sápa og onnur persónlig røkt, vit innflyta meir av. Her er vøksturin seinasta árið 12%.
Tað er eisini rættuliga stórur vøkstur í innflutninginum av teimum hálvdrúgvu vørunum. Hetta eru klæðir, skógvar, borðbúnaður o.t. Tað hava við innflutt 7% meiri av í ár.
Vøksturin er ikki so stórur, tá tað kemur til tær drúgvu nýtsluvørurnar, sum m.a. eru innbúgv, sjónvørp og hvítvørur. Vit hava innflutt fyri 2% meiri fyrra hálvár í ár, samanborið við fyrra hálvár í fjør.
Innflutningurin av bilum veksur framvegis. Síðan 2009, tá innflutningurin av bilum rakti botnin í hesum umfarinum, er innflutningurin nærum trífaldaður.
Innflutningurin av maskinum og amboðum er minkaður 15% í ár. Seinastu tvey árini hevur tó stórur vøkstur verið í innflutninginum í hesum bólki, so tí er kanska ikki so løgið, at tað minkar aftur nú.
Nógv tann størsta minkingin er at finna í innflutninginum av skipum og flogførum.
Fyrra hálvár í fjør innfluttu vit nógv tað mesta, sum nakrantíð er innflutt eitt hálvár av skipum og flogførum. Tá innfluttu vit fyri útvið 1,3 mia., og hetta er nú minkað niður í 664 mió. kr. Hóast hetta er ein stór minking, er tað bert hent tríggjar ferðir fyrr, at tað er innflutt meiri eitt hálvár, enn tað er í ár.
Samlað hava vit innflutt fyri hálva mia. minni í ár, og er tað innflutningurin av skipum og flogførum, sum eru orsøkin til tað. Um vit ikki hava skip og flogfør við, er innflutningurin vaksin 4%, ella góðar 100 mió. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald