Mentan

Nýtt staklag og sjónbandalag frá Eivør

Í dag er Eivør komin út við nýggjum staklagi og sjónbandalagi, umframt at hon kunngerð 43 konsertir í kjalarvørrinum av komandi útgávu, ið kemur út í heyst, har konsertin í Norðurlandahúsinum 17. oktober er tann fyrsta í røðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-29 17:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sjálv sigur Eivør um staklagið “Healer” at hetta er byrjanin uppá eitt nýtt tíðarskeið á hennara tónlistaligu ferð. 

Sjónbandalagið til “Healer” hevur Katrin Joensen-Næs leikstjórnað. Maibritt Marjunardóttir, ið hevur sniðgivið nógvar av pallbúnunum hjá Eivør seinastu árini, hevur skapt pallmynd og búnar til sjónbandalagið, ið er filmað í Føroyum í samstarvi við føroyska filmstoymið Outlier Projects. 

Eivør sigur soleiðis: “Tað var ein sonn gleði at sleppa at arbeiða saman við Katrin aftur. Eg var so glað fyri okkara seinasta samstarv og hevði eitt brennandi ynski um at sleppa at arbeiða saman við henni aftur. Vit hittust ofta og brainstormaðu saman og funnu inn til ein myndaheim, ið lýsir lívsins ringrás. Tað, ið følnar og aftur blómar. Tíðin, ið aftur og aftur lekir okkara sár og fær okkum at vaksa okkum sterkari. 

Maibritt, ið er ein stórur partur av øllum mínum visuella heimi, kom eisini inn í myndina nokk so skjótt við sínum kreativa íkasti, og hetta hevur veruliga verið eitt dreyma samstarv uppá allar mátar. Tað er so spennandi og gevandi tá ið listagreinar møtast og ganga upp i eina hægri eind.  Í hesum føri - Filmslist, klædnasniðgeving, rørsla og tónleikur.  Og so hevur tað verið fantastiskt at sleppa at samstarva við aðrar kvinnur, sum brenna líka nógv fyri listini sum eg. 

Tað hevði nógv at siga fyri meg at sjónbandalagið bleiv filmað í Føroyum, og vit eiga so ótrúliga nógv dugnalig fólk her heima ið hava verið við til at skapað hetta sjónbandalagið við mær. “

Atgongumerki til konsertina í Norðurlandahúsinum: https://tix.fo/fo/nlh/buyingflow/tickets/690/1603/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder