Vinna

Útsýnistaðið við Trøllkonufingur verður sett í stand

.

2026-04-29 11:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Í døgunum 30. apríl til 2. mai verður útsýnistaðið við Trøllkonufingur sett í stand sum partur av ferðavinnu átakinum Closed for Maintenance. Tað er Visit Vágar, í samstarvi við Vága kommuna, sum stendur fyri arbeiðinum.

Økið kring Trøllkonufingur er ein vælvitjað perla, bæði hjá føroyingum og útlendingum, og krevur tí javnan viðlíkahald. Í ár fara 11 fólk at arbeiða á staðnum í tríggjar dagar við ymiskum ábøtum, sum skulu bøta um bæði atkomuviðurskifti, trygd og náttúruvernd.

Closed for Maintenance er eitt serligt átak, har umleið 80 sjálvboðin úr útheiminum koma til Føroya hvørt ár. Tey rinda sína egnu ferð til landið og arbeiða í tríggjar dagar fyri vistarhaldið. Arbeiðið fevnir um at laga varðar, byggja og bøta gøtur og annars gera fyrifallandi arbeiði, sum minkar um árinini av vaksandi ferðavinnu á náttúruna. Í ár verða 11 verkætlanir kring landið framdar sum partur av átakinum – og arbeiðið við Trøllkonufingri er ein teirra.

Luttakararnir, sum fara at arbeiða í Sandavági, koma úr USA, Spania, Belgia, Bretlandi og Hollandi. Aftrat hesum eru fýra føroyingar við í arbeiðinum, íroknað arbeiðisformenn.

Arbeiðsuppgávurnar á staðnum fevna millum annað um at leiða vatn burtur frá gøtuni, steinseta og bøta um lendið har slit er, mála brúgv og portur og leggja nýtt tilfar í gøtuna, har tað er skolað burtur. Við hesum arbeiðinum er málið at betra um upplivingina hjá teimum vitjandi, styrkja trygdina og samstundis verja viðkvæmu náttúruna á staðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder