Sandavágs Ítróttarfelag bjóðar tykkum vælkomin til Vestanstevnuróðurin 2021. Róðurin verður í Miðvági leygardagin 17. juli 2021.
Tíðarkarmur
Barnaróðurin byrjar kl. 12.30 og FM-róðurin byrjar kl 15.00. Sí nærri kunning um starttíðir hjá RSF. Bátanir skulu vera á bátaøkinum 1 tíma áðrenn flaggtíð. Barnaróðurin verður stroymdur á jn.fo
Ábit
Einki ábit verður til róðrarfólki.
Vesir
Vesivognur verður á økinum. Víst er á kortinum hvar vesivognurin stendur.
Frásetan av kappróðrarbátum
Bátanir skulu setast av úti á Bakka, t.e. bátahylurin í Miðvági. Merkt verður upp, hvar bátanir skulu standa. Víst er á kortinum hvar bilar skulu parkera.
Dráttir
Tað vera tveir dráttir. Bátanir fara í, í drátti (??T) og upp í drátti (INN). Numrini verða útflýggjaði við dráttin. Flótibrúgv til manningaskifti liggur yvir av drátti (??T). Sí kort. Við drátt (INN) vera hjálparfólk, sum syrgja fyri at bátanir, sum skulu brúkast umaftur, koma upp á pláss aftur. Neyðugt er at hava hjól við til bátanar.
Koyrileið
Sí kort fyri koyrileið til bátahylin.
Heiðursmerkir
Tað verður eingin heiðursmerkja-handan. Heiðursmerki og steyp skulu heintast í bygninginum hjá Unicar (sí kort), so hvørt sum róðranir eru lidnir.
Vaktir syrgja fyri, at bert kappróðrarfólk og hjálparar sleppa inn á økið. Hjálparfólk frá Sandavágs ítróttarfelag vera í gulum vestum.
Vit vilja heita á øll, um at fylgja galdandi korona tilmælunum og tilmælunum frá RSF.
Við ynski um ein góðan og spennandi kappróðrardag
Vegna kappróðrarnevndin
Ruth á Plógv, tlf 591811
Tórunn í Horni Nielsen, tlf 271161
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald