Ítróttur

Innbjóðing til steypakapping 26. mei

...

2018-05-07 08:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2017/18 ??? og við Gallaveitsluni ??? ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.

Skráin:

  • kl. 11.00 ??? Steypakapping
  • kl. 14.00 (uml.) ??? steðgur og ábit
  • kl. 14.00 (uml.) ??? atkvøtt verður um Ársins Telvara og Ársins Stjørnuskot
  • kl. 19.00 (uml.) ??? Talv Gallaveitsla. M.a. verður Ársins Telvari, Ársins Stjørnuskot kosin.

Kappingarreglur:

Hvørt lið verður mannað við 6 telvarum. Loyvt er at hava tveir skiftistelvarar á hvørjum liði. Smærri feløg kunnu leggja saman eftir avtalu við TSF. Feløg kunnu luttaka við fleiri liðum.

Í kappingartalvuni verða liðini skipaði sambært úrslitinum frá Steypakappingini 2017, soleiðis, at fremstu liðini møtast síðst í kappingini. Harafturat verða innanhýsis dystir ímillum lið úr sama felag avgreiddir skjótast til ber í kappingarskipanini.

Kappingin fevnir um 9 umfør, ið verða telvaði við 10 min +5 sek/leik umhugsunartíð til hvønn.

Stendur á jøvnum, tá um nr. 1, 2, 3 umræður, er galdandi:

  • Innanhýsis dystur
  • Dupult-umfar: Snartelving (3 min +2 sek/leik í part til talvið)
  • 1. borð hjá liðunum: Dupult snartalv og síðani sudden-death, har hvítur hevur 4 +2 min. og svartur 3 +2 min. og har kravið er sigur til hvítan

Virðislønir

Steyp til vinnarin og medaljur eru til nr. 1, 2 og 3.

Tilmelding

Tilmelding fer fram á tlf. 22 14 22 (TSF) . Tilmeldingarfreistin er 23. mei 2018. Kostnaðurin er kr. 250 fyri hvønn telvara. Fyri onnur áhugaði er kostnaðurin kr. 300. Feløgini rinda upphæddina til TSF við flyting áðrenn kappingina á 6460 155.370.6. Um feløg ynskja at gjalda kontant, skal boðast frá hesum tá ið meldað verður til.

Telvað verður: ??ti á Bakka 12, Sandavágur

received_2486873847996159

 

 

Takið lógvatak ??? og haldi fast ??? um forkunnuga talvtiltakið !

Við talvkvøðu

TALVSAMBAND F??ROYA

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder