Ítróttur

Ingi: Vit mugu rættað uppá verjuna

...

2018-02-08 22:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kyndil og VÍF leiktu í kvøld fyrru hálvfinaluna í Faxe-kondi steypakappingini, Kyndil vann dystin 28-25. Eftir dystin fingu vit orð á Inga Olsen venjara hjá VÍF.

Hvussu upplivdi tú dystin í dag?

- Eg upplivi hann soleiðis, at vit hava skiftandi góðar og ringar tíðir í dystinum. Vit hava takið í fyrra hálvleiki, men missa tað nokkso lætt í seinna hálvleiki, tá fáa teir momentum. So hanga vit afturút, men tá ið teir byrja at fáa nakrar býttar útvísingar so heinta vit teir øguliga skjótt, men so gera vit nakrar feilir móti endanum, sum ger at vit tapa við trimum eftir at støðan var 25-25.

Tit førdu í hálvleikinum, men so riggar einki at byrja við í seinna hálvleiki, hvat henda har?

- Vit gera fyri tað fyrsta nógvar feilir, og tað hendir ofta tá ið man ikki er ordiliga klárur. Í dag vóru tað vit, so henda nøkur býtt ting, vit tora ikki ordiliga at spæla spælið. Tá ið so feilir koma blívur tað eitt sindur ósikkurt. Tíbetur komu vit afturíaftur tá ið teir byrjaðu at gera feilir. 

Tit spæla longu seinnu hálvfinaluna sunnudagin, og eru afturúr við 3 málum, hvat skulu tit gera øðrvísi?

- Nú fara vit fyri tað fyrsta at hyggja eftir dystinum, og kanna eftir hvat vit kundu gera øðrvísi og hvar vit kunnu gera tað betur. Kyndil fekk eisini nøkur heldig mál, og vit brenna nógv. Vit gera nógv ting rætt í dag, men at lata 28 mál inn í dag er ov nógv. So vit mugu hyggja eftir hvat vit fáa gjørt við verjuna, segði Ingi við jn.fo eftir dystin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder