2018-02-19 21:37
Leygardagin vunnu kvinnurnar hjá VÍF Faxe-kondi steypakappingina við Inga Olsen á síðulinjuni. Tað er fyrstu fer í 16 ár at VÍF vinnur steypakappingina, seinast tær gjørdu tað var í 2002.
Tá ið móttøku var fyri gull kvinnunum úr Vestmanna leygarkvøldi, bleiv kunngjørt at 49-ára gamli Ingi Olsen eisini næsta kappingarár stendur á odda fyri kvinnunum hjá VÍF.
JN.fo hevur í kvøld tosað við formannin í VÍF Jan Haldansen hann sigur, at avtala er gjørd við Inga um at venja kvinnurnar aftur komandi kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald