Ítróttur

IM-normar í ljósmála

...

2018-11-18 11:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag kunnu báðir tryggja sær sokallaðan IM-norm í altjóða talvkappingini Runavík Open, sum endar í Løkshøll í dag.

Rógvi Egilstoft Nielsen stendur seg við javnleiki í seinasta umfari í dag. Høgni hevur fyri neyðini at vinna. Høgni hevur tveir IM-normar higartil, og Rógvi ein. Til at gerast altjóða meistari í talvi eru tríggir IM-normar krav umframt eitt styrkital, sum í minsta lagi er 2400. Høgni Egilstoft Nielsen fekk í summar kvinkað sítt styrkital upp í 2400. Rógvi hevur styrkitalið 2339, men stendur í løtuni til at ganga 25 ratingstig fram.

Høgni Egilstoft Nielsen kann tí við sigri í dag ganga undir treytirnar til at gerast meistari í talvi ??? sum tann fjórði í røðini í Føroyum. John Rødgaard, John Arni Nilssen og Helgi Dam Ziska eru hinir, sum fyrr hava rokkið hesum máli.

Rógvi Egilstoft Nielsen hevur 5½ stig og er á triðja plássi saman við tveimum stórmeistarum fyri seinasta umfar í dag. Rógvi telvaði í áttanda umfari gjár javnt móti russiska stórmeistaranum Valery Papin. Høgni Egilstoft Nielsen vann á hollendinginum Jan Schadd, og hevur 5 stig. Høgni er saman við fýra stórmeistarum á deildum sætta plássi fyri seinasta umfar í dag.

Spenningur í Løkshøll

Í oddanum stendur nú á jøvnum millum Oleg Korneev úr Spania ??? upprunaliga russiskur stórmeistari ??? og annan russiska stórmeistara; Vasily Papin. Báðir hava seks stig hvør.

Rógvi og Høgni telva báðir við svarta fólkinum í dag. Rógvi skal í holt við russiska stórmeistaran Aleksandr Karpatchev, sum hevur styrkitalið 2416, og Høgni telvar móti hvítarussiska stórmeistaranum Nikita Mairov, sum hevur styrkitalið 2510. Rógvi hevur tí heldur frægari vánir enn yngri bróðirin at røkka sínum máli í dag.

Fyrstu leikirnir í seinasta umfari í dag verða fluttir klokkan 14.00. Til ber at fylgja við leik fyri leik á heimasíðu Talvsambandsins ???faroechess.com. Har síggjast eisini øll úrslitini og øll talvini í kappingini.

Kelda: Talvsamband Føroya.

Rank after Round 8

Rk.SNoNameFEDRtgPts. TB1  TB2  TB3 
11GMKorneev OlegESP25516,039,530,029,00
26GMPapin VasilyRUS24836,037,528,527,25
34GMBernadskiy VitaliyUKR25445,538,529,524,75
411FMNielsen Rogvi EgilstoftFAI23395,538,529,026,00
59GMKarpatchev AleksandrRUS24165,538,028,025,00
62GMSivuk VitalyUKR25515,040,530,524,00
75GMMaiorov NikitaBLR25105,039,530,023,25
83GMMalakhatko VadimBEL25455,038,028,523,50
910FMNielsen Hogni EgilstoftFAI24005,037,028,022,00
107GMMiezis NormundsLAT24775,035,026,019,00
1116Skaale JanusFAI18394,533,024,515,75
1217Pinheiro Diamant JonatanSWE17894,529,522,014,00
138IMKjartansson GudmundurISL24234,035,026,014,00
1415Schadd JanNED18424,032,524,513,25
1512Jacobsen Heidrikur T.FAI19354,031,525,010,50
1622Markensten MaxSWE16604,031,022,512,50
1718Apol Luitjen AkselssonFAI17353,530,522,510,75
1814Berg Margar M.FAI18523,530,022,010,75
1920Nielsen Jon I HorniFAI17103,529,522,010,75
2021Hojgaard BrandurFAI17083,529,521,510,50
2113Fjallheim Leif ReinertFAI19193,526,521,08,00
2219Olsen KajFAI17183,028,522,06,50
2328Bjarnason BessiFAI03,027,520,59,00
2425Fjallheim Benjamin ReinertFAI13403,027,022,05,50
2524Tummasarson Flovin M.FAI13783,022,518,05,00
2623Nielsen Suni I HorniFAI15632,526,521,55,75
2726Jacobsen MarkusFAI10761,525,020,01,50
2827Petersen EliasFAI10450,523,017,00,25



Pairings/Results

Round 9 on 2018/11/18 at 14:00

Bo.No.NameRtgPts.ResultPts.NameRtgNo.
16GMPapin Vasily24836GMBernadskiy Vitaliy25444
27GMMiezis Normunds247756GMKorneev Oleg25511
39GMKarpatchev Aleksandr2416FMNielsen Rogvi Egilstoft233911
43GMMalakhatko Vadim254555GMSivuk Vitaly25512
55GMMaiorov Nikita251055FMNielsen Hogni Egilstoft240010
616Skaale Janus18394Jacobsen Heidrikur T.193512
715Schadd Jan18424- - +Pinheiro Diamant Jonatan178917
88IMKjartansson Gudmundur242344Markensten Max166022
913Fjallheim Leif Reinert1919Nielsen Jon I Horni171020
1014Berg Margar M.1852Hojgaard Brandur170821
1118Apol Luitjen Akselsson17353Fjallheim Benjamin Reinert134025
1219Olsen Kaj171833Tummasarson Flovin M.137824
1328Bjarnason Bessi03½Petersen Elias104527
1426Jacobsen Markus1076Nielsen Suni I Horni156323

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder