Ítróttur

Iceland Open í dart

...

2018-04-05 13:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Um páskirnar vóru 8 føroyskir dartspælarar við í Iceland Open.

Hósdagin varð lagt fyri við eini hugnakapping, ið var skipað øðrvísi enn vanligt. Spælt varð í tvímansleiki við skiftandi makkara, samstundis sum dartskivan varð snarað fyri hvørt umfarð, so tølini ikki vóru á øðrum støðum enn vanligt.

Hesa kappingina vann Bergur Kluftá, meðan Remy Gaardlykke gjørdist nr. 2, so ein góðan byrjan uppá eitt langt dart-vikuskifti.

Fríggjadagin var blind draw double á skránni. Hetta er tvímansleikur, har lutakast er um, hvørji eru makkarar. Og aftur her gjørdu føroyingarnir um seg.

Í B-finaluni hittust tveir føroyingar, Esmar Mikkelsen við belgiskum makkara og Bjartur Olsen við íslendskum makkara. Endin var, at Bjartur og makkarin vunnu B-finaluna. Í A-cup gjørdist Remy Gaardlykke nr. 3 saman við íslendskari kvinnu, meðan ??lavur Ellingsgaard og íslendski makkari hansara vunnu sannførandi sigur í finaluni.

Leygardagin var so tann stóri dagurin. Einmansleikur var á skránni bæði hjá kvinnum og monnum. Hjá kvinnum vóru 12 luttakarar úr trimum londum. Hjá monnum vóru 60 luttakarar úr 7 ymiskum londum.

Hjá kvinnum varð byrjað bólkaspælið. Lýdia á Smið kom víðari til ¼-finaluna. Har kom hon eisini á odda 3-0, men so vendi dysturin og Lýdia tapti 4-3 móti Mariu Jóhannesdóttir úr Íslandi.

Hjá monnum varð eisini byrjað við bólkaspæli. Remy Gaardlykke vann sín bólk. Esmar Mikkelsen og Bergur Kluftá megnaðu eisini at spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Esmar og Bergur hittust longu í fyrsta dystinum eftir bólkaspælið og her vann 4-2. Remy vann 4-2 móti íslendskum leikara.

Í 1/8-finaluni fingu báðir sterka mótstøðu á pappírinum. Remy spældi móti John Scott úr Skotlandi. Skotin fekk tó ikki veruliga gongd á spælið, men tað fekk Remy tíverri heldur ikki, Remy tapti 4-0. Mótstøðumaðurin hjá Esmari var Dennis Watt úr Orknoyggjum. Esmar tapti 4-1 mótí einum vælleikandi Dennis, ið eisini endaði við at vinna kappingina.

Sunnudagin var tvímansleikur á skránni. Og aftur her gjørdu føroyingarnir um seg. Hjá kvinnunum fingu Terja ??sá & Lýdia á Smið bronsu, meðan Annika Joensen fekk silvur saman við Elinborg Steinunnardóttir úr Íslandi.

Hjá monnum høvdu Esmar Mikkelsen & Remy Gaardlykke ein góðan dag. Teir spældu seg fram til hálvfinaluna har teir møttu einum donskum pari. Javnt gekk á, men Remy & Esmar fingu lukkað settini tá høvið beyst og komu tí afturum 5-1. Fingu síðan togað seg uppá 5-3, men taptu so spennandi dystin 6-3 og fingu harvið bronsu.

Eitt langt dart-vikuskifti, har allir føroysku fingu gjørt um seg onkran av døgunum, samstundis sum hetta var góð upphiting til FM í dart, sum verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 14. apríl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder