Í vikuskiftinum luttóku 13 badmintonleikarar í kapping í Danmark. Kappingin, sum nevnist, ISI-cup 2019, varð í døgunum 2. - 3. mars. Tey luttóku í aldursbólkunum U15M og U17/19M í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Innleiðandi umførinum í øllum greinum var leygardagin, og gjørdist hetta ein sera langur dagur fyri fleiri av leikarunum.
Byrjað varð kl. 9 við blandaðum tvímansleiki, og hildið varð áfram til síðsti dystur varð leiktur kl. 21 um kvøldið.
Føroysku leikararnir stóðu seg væl - serliga er vert at leggja til merkis, at fleiri pør í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki megnaðu at spæla seg víðari.
Í einmansleiki, í aldursbólkinum U15M, bleiv tað til eina føroyska finalu, og harvið megnaðu tey at fáa bæði gull og silvur heim við aftur.
Hetta er fyrstu ferð, at Badmintonsambandið hevur sent leikarar niður til ISI-cup. Og sigast má, at hetta var ein røtt avgerð. Leikararnir vístu, at tey kunnu spæla upp í móti teimum bestu leikarunum í meistararekkjuni í Danmark, og at hetta er við til at menna og styrkja føroyskt badminton.
Mánadagin aftaná kappingina varð skipað fyri venjing í Ikast undir leiðslu av landsliðsvenjarunum. Oyggjaleikirnir á Gibraltar nærkast, og eru okkara evnaríku ungu leikarar spentir upp á, um onkur teirra sleppur við.
Tey, sum luttóku í ISI-cup 2019 vóru:
U15
Adhya Nandi, HBF
Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
U17/19
Hans Elttør, KBF
Ari Nandi, HBF
Rúni ??ster, HBF
Hákun T. Sigvardsen, HBF
Miriam í Grótinum, HBF
Lena Maria Joensen, HBF
Jónas Djurhuus, HBF
Jónas Vágsheyg, KBF
Ari M. Jacobsen, KBF
Árant á Mýrini, MBF
Sissal Thomsen, HBF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald