2021-03-17 15:36
Føroyska kvinnulandsliðið kom í bólk saman við Ísrael og Finnlandi til EM-undan-undan-kappingina. Føroyar vann eisini fyrsta rætt at hýsa kappingini.
Kappingin verður leikt vikuskiftið 4. - 6. juni og kemur vinnarin úr hvørjum bólki víðari til EM-undankappingina, har liðini sum eru hægri styrkismett bíða.
Bólkabýtið sær soleiðis út:
Bólkur A: Portugal, Kosovo, Luksemborg, Kýpros
Bólkur B: Grikkaland, Italia, Bosnia Hersegovina, Lettland
Bólkur C: Føroyar, Ísrael, Finnland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald