Tíðindaskriv
Føroyaleikir ??? Badminton
I døgunum 8.-11-juli verða Føroyaleikir, sum er ítróttakapping, sum ÍSF skipar fyri. 22 ymiskar ítróttagreinar luttaka, harímillum eisini badminton.
Í Badmintonsambandinum hava vit valt at skipa hesar dagarnar eitt sindur øðrvísi, bæði tí henda kappingin skal gerast meira enn eitt annað slag av FM og tí vit ynskja at menna okkara ungdómsleikarar til liðpartin í badminton, sum hevur stóran týdning tá vit fara til eitt nú Oyggjaleikir.
Vit byrja við at menna og styrkja liðsamanhaldið við teambuilding og coaching, sum hevur stóran týdning, tá badmintonspælarar luttaka í hesari grein. Síðani er liðkapping, har vit royna vit at deila spælararnar upp, soleiðis at feløg, kyn og styrki verða blandað. Miðaða verður ímóti, at liðini eru jøvn í styrki. Endamálið er, at leikarar fáa ment og brúkt tað, sum innleiðandi dagurin hevur lært tey.
Vit gera tveir aldursbólkar, ein víðkaðan U15 bólk, har luttakararnir skulu vera føddir í 2006, 2007 ella 2008. Hin aldursbólkurin er fyri vaksin víðkað við U17.
Tað merkir eisini, at kappingin er fyri øll, uttan mun til felag ella tjóðskap. Badmintonsambandið minnir tó á, at galdandi koronatilmælini skulu haldast, bæði fyri føroyskar og útlendskar leikarar og útisetar.
"Vit ásanna at tað er neyðugt at gera okkurt serstakt fyri tey ungu, tí eins og í øðrum ítróttargreinum hava vit eisini eitt ávíst fráfall" sigur Johnny í Grótinum, formaður í BSF. ???Vit fegnast um, at tey nú hava enn eina kapping at venja fram ímóti???.
Leygardagin og sunnudagin verður kapping í single, mix og double. Til allar kappingarnar verða heiðursmerki handað til 3 tey bestu.
???Vit gleða okkum til góðar, mennandi og spennandi badmintondagar meðan Føroyaleikir eru???, sigur Johnny at enda.
Les meira um tilmelding og Føroyaleikir på føroyaleikir.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald