Mentan

Í dag verður Svabo Joensen 80 ár

...

2020-11-13 12:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Svabo er uppvaksin í Sandavági, foreldrini vóru Solborg ættað úr Sørvági og Jákup Joensen (Dungajákup) úr Sandavági. 

Svabo fór til skips sum heilt ungur, og hevur havt sítt yrki á sjónum alt sítt lív, og enn í dag er hann javnan á útróðri, og væl liggur fyri at fiska. Hann hevur verið álitismaður á sjónum. 

Svabo hevur eisini stóran áhugað fyri seyðahaldi, og enn í dag er hann á fjalli serliga í nýggja haganum, Rangagjógv, sum hann er ein av eigarunum av. 

Svabo er giftur við Jancy og børnini eru Jonhard, Alfred og Búgvi.

Hjartaliga Tillukku við degnum, og alt tað besta framyvir.

Synirnir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder