Vinna

Í dag flýgur OY-RCC sín seinasta túr fyri føroyska fólkið

...

2014-08-22 16:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í dag flýgur hetta 15 ára gamla flogfarið, OY-RCC sín seinasta túr fyri føroyska fólkið, og við hesum kemur ein sertíð í føroyskari flogsøgu at enda. Seirni í kvøld verður flogfarið flogið til Malmø, og havi eg sjálvur heiðurin av at flúgva túrin saman við Hans Christian Petersen.


Atlantic Airways hevur í øll árini síðan 1988 brúkt hesa flogtypuna, fyrst Bae146-200 og í 2006 kom tann meira nútímansgjørda versiónin, Avro RJ 1H í flotan. Sjálvur kom eg til Atlansflog í 2006 frá Maersk Air, har eg fleyg Boeing 737-500/700 og CRJ-200, men eg má viðganga at eg eri púra fallin fyri hesi flogtypuni, sum eisini kallast "Jumbolino" tí hann við sínum 4 motorum minnir ikki sørt um ein Boeing 747.

Sigast má, at hesin arbeiðshesturin hevur tænt føroyska fólkinum sera væl øll hesi gott 26 árini, og eg fari at minnast við gleði aftur á míni gott 8 ár á hesi flogtypuni, tað skrivar Rúni Hoygaard, flogskipari - á Facebook

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder