Mentan

Í dag eru 150 ár síðan Poul Effersøe varð borin í heim

...

2021-01-24 14:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag, tann 24. januar 2021 eru tað júst 150 ár síðan, Poul Effersøe varð borin í heim í Heiðunum í Trongisvági.

Poul var ein av sjey systkjum hjá Gudmundi og Katrinu Effersøe.

Rasmus og Poul búðu saman við Vestaruvág í nógv ár og eru grivnir í kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn. Har liggja eisini 3 systrar grivnar undir sama gravstein.

Poul Effersøe var sum kunnugt hann, ið var íbirtarin til, at bóltspæl og harvið eisini at fótbólturin kom til til Føroya. Í 1892 stovnaði hann Tvøroyrar Bóltfelag.

TB-limur okkara, Uni Persson hevur í eina tíð arbeitt við at snøgga gravsteinin hjá Poul, tí hann var í sera ringum standi og stóð til at koppa. Uni Persson býr beint við kirkjugarðin og vitjar har av og á.

Tvøroyrar Bóltfelag vil hervið takka Una fyri vælgerðina og takka honum fyri, at felagið í honum altíð hevur havt ein hollan stuðul í góðum, sum í ringum, tíðum.

Á myndini síggjast Henrik Thomsen og Uni Persson við gravsteinin hjá Poul Effersøe.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder